Main menu:

Leita í greinum

Evni

Greinasavn

Nýggjársduatlon 2011

Hoyvík 21.12-11

Tíðindaskriv

Seinastu 11 árini hevur Føroya Triathlon Felag skipa fyri einum nýggjársduathlon á Rossagøtunum, har kappast hevur verið í renning, súkkling, renning. Onkuntíð hava nakrir fjallasúkklarar verið við, og í fjørð var so eisini ein rennari í hópinum. Onkur helt, at vert hevði verið at roynt eina stóra kapping fyri øllum rørsluáhugaðum. Men til tað, eru gøturnar ov smalar, tí skipar Føroya Triathlon Felag nýggjársaftan kl 10.00 fyri stórkapping á Rossagøtunum. Í ár ber aftur til at velja 3 greinar:

1. Renning 6 km- fjallasúkkling 18 km- renning 2 km
2. Fjallasúkkling 30 km
3. Renning 12 km

Greinarnar eru so aftur býttar upp í bólkarnar ungdóm, elitu og motión.

Hetta er fyrstu ferð, at kappingin er løgd til rættis, so øll, ið halda seg hava brúk fyri einum túri í Guðs fríu náttúru, sleppa at íðka saman.

Øll byrja í senn. Tey, ið renna, fara av ríðingabreytina suðuryvir, og renna við sólini. Súkklararnir fara av ríðingabreytina vesturyvir, og súkkla móti sólini.

Av trygdaráðum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður, og standa vaktarfólk við gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kappingarleiðina.

Møtt verður við Hotel Føroyar/Kerjalon

Vinarliga
Evald Rasmussen 583273 & Gunnar Dahl Olsen 211287

Vetravenjingin byrjar í viku 46

Føroya Triathlon Felag fer nú undir regluliga venjing í vetrahálvuni. Venjingin er fyri unglingar, kvinnur og menn. Felagið hevur gjørt avtalu við Kristian Martin Joensen, sum verður høvuðsvenjari fram til Oyggjaleikirnar á Bermuda.

Vant verður soleiðis:

  • Mikudag 17 til 18: Renning (Møtast við Tórsbreyt)
  • Sunnudag 12 til 13: Svimjing (Svomið verður í Svimjihylinum í Gundadali)
  • Sunnudag 13 til 15: Súkkling (Møtt verður uttanfyri Svimjihylin í Gundadali)

Viðv. súkklingini sunnudag er tað soleiðis, at um viðrar verður koyrt á kappsúkklu ella fjallasúkklu. Er veðrið vánaligt verður koyrt Spinning í Yndi Fitness. Gunnar Dahl-Olsen samskipar súkklingina.

Evald Rasmussen samskipar renningina, og umframt at gera venjingarætlan fyri allar athletarnar, skipar Kristian Martin Joensen fyri venjingini í hylinum.

Enn ein sigur til Guðmundur

Føroya Triathlon Felag skipaði fyri Sprint triathlon sunnudagin. Favorittur at vinna kappingina var Guðmundur Joensen, og tað var eisini hann, ið kom fyrstur á mál.

Hóast avbera gott veður við nógvari sól, var luttakaratalið til triathlon kappingina sunnudagin ikki so høgt sum fyrireikararnir høvdu vónað. Í Sprint Triathlon skulu íðkararnir fyrst svimja 750 metrar, síðan súkkla 20 kilometrar og at enda renna seks kilometrar.Byrjað var í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað bleiv millum rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu og Skansan, og runnið varð á økinum kring Plantusøluna við Hvítanesvegin.  Gunnar Dahl-Olsen var skjótastur á súkkluni, men Guðmundur Joensen var skjótastur í svimjing og suverenur í renningini. Guðmundur hevur ment seg rættiliga nógv seinastu árini innan triathlon. Hann vann FM heitið í ár, og var tí favorittur at vinna kappingina sunnudagin. Guðmundur var á føroyska súkklulandsliðnum á Isle of Wight í summar, og er tí sterkur á súkkluni. Hann er fyrrverandi svimjari, og hevur nógv góð úrslit at vísa á innan svimjing. Umframt tað telist hann eisini millum fremstu rennarar í landinum. Guðmundur venur nú málrættað fram móti næstu oyggjaleikum, sum verða á Bermund 2013. 

Á Bermunda verður kappast á tí sokallaða OL teininum, ið er 1500 metrar svimjing, 40 kilometrar súkkling og 10 kilometrar renning.

Kappingarárið hjá føroysku triathletunum, og árið, er farið at halla, og tí er bert ein kapping eftir. Tað er tann afturvendandi duathlonkappingin, ið á hvørjum ári verður hildin seinasta dag í árinum. Meira um hesa kapping verður at lesa á www.triathlon.fo

Nevdin í FTF hevur skipað seg

Á eykaaðalfundinum, ið var hildin 26. oktober, var m.a. broyting av tali av nevndarlimum á skránni.

Nevndin er nú ein trímannað nevnd, og nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Gunnar Dahl-Olsen, formaður
  • Kjartan Egholm, næstformaður
  • Evald Rasmussen, peningarøkil

Nevndin hevði sín fyrsta fund leygardagin 5. november, og á fundinum bleiv nógv tosað um Oyggjaleikirnar á Bermuda, og hvussu og hvat nevndin kann gera fyri at menna áhugan fyri triathlon í Føroyum, og hvussu venjingin kann og skal skipast fram móti 2013.

Fólk við áhuga fyri triathlon eru vælkomin at venda sær til nevndina við spurningum um venjing, súkklukeyp o.a.

Eyka adalfundur mikukvoldid 26 oktober 2011

Mikukvøldið 26. oktober kl. 19.00 verður eykaaðalfundurhjá FTF. Á skránni er millum annað broyting í tali av nevndarlimum.

Eftir eykaaðalfundin verður stovnandi aðalfundur hjánýggja fjallasúkklufelagnum! Tað verður kl. 20.30!

Heitt verður á ØLL súkkluáhugaði at møta upp og vera við til at bera súkkluítróttin longri fram.

Báðir fundirnir verða í ÍSF húsinum í Havn.

Vegna sersambandið fyri Súkkling og Triathlin (SST)

Gunnar Dahl-Olsen

Triathlon útsett

Ætlanin var at triathlon skuldi vera komandi sunnudag 9 oktober 2011, men hendan kappingin er útsett í 14 dagar og verður tí 23. oktober 2011.

Sí annars okkara facebook síðu sum eitur Súkkling og Triathlon í FØ

Vegna fyriskipararnar

Eli JC

Gudmundur vann enn einaferð

  mynd frá 25 sept 2011 - 1/4 triathlon í Havn

Triathlon:

Guðmundur vann tryggan sigur

Sunnudagin var Kongabrúgvin í Havn karmur um enn eina triathlon kapping, og aftur hesu ferð var tað Guðmundur Joensen, ið sigraði.

Tíðindaskriv:

Svomið var í svimjihøllini í Gundadali og súkklað og runnið millum Kongabrúnna og tyrlupallin.

Fyri tveimum vikum síðani varð kappast um FM heitið í triathlon á OL teininum. Guðmundur Joensen gjørdist tá føroyameistari. Guðmundur vann aftur sunnudagin, og aftur hesu ferð var sigurin rættiliga tryggur.

Triathlon er sum kunnugt samansett av trimum ítróttargreinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning. Guðmundur er sterkur í øllum trimum greinunum. Hann er fyrrverandi svimjari, hann telist millum bestu súkklararnar í landinum, og gjørdist í fjør føroyameirstari í renning í hálvum marathon.

Men onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tað trúðu Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen íhvørtfall.

Í kappingini hesu ferð var ”Drafting” loyvt. Tað merkir, at tað er loyvt at liggja uppá hjul í súkklingini. Hetta gjørdu Andrass og Gunnar sær dælt av, og tá farið var út á síðsta umgang í súkklingini, høvdu Andrass og Gunnar fingið Guðmundur aftur.

Guðmundur setti nú ferðina upp, og løtu seinni vóru tað Guðmundur og Gunnar, ið súkklaðu saman – undan Andrass.

Gunnar fór fyrstur út á rennirutuna, men tað gingu ikki nógv sekund, so hevði Guðmundur lagt seg framum.

Andrass er eisini ein sterkur rennari, og fyrr í ár gjørdist hann nummar tvey í Top Run, ið rennikappingin niðan á Sornfelli. Andrass fekk tí skjótt Gunnar aftur, dróg frá honum, og átti hann tí annaðplássið líka til hann kom á mál.

Guðmundur vann tó ein tryggan sigur, Andrass gjørdist nummar tvey og Gunnar kom triðjur á mál.

Nógvir luttakarar

Luttøkan var góð sunnudagin, og umframt børn og ung, luttóku eisini kvinnur í kappingini. Kappingin hjá kvinnum stóð millum Rakul Biskopstø, Anju Joensen og Bjørg Dam. Hetta var fyrstu ferð hesar kvinnur royndu seg innan triathlon, og tí var ilt at meta um hvør fór við sigrinum. Endin var tó at Rakul vann og Bjørg gjørdist nummar tvey.

Hjá unglingum gjørdist Teitur Bjarnastein vinnari. Eisini Teitur er góður innan renning og eisini hann vann ein tryggan sigur.

Tey, ið vilja royna seg innan hesa spennandi ítróttargrein, hava enn møguleika í ár, tí í oktober mánaði verður aftur kappast í triathlon. Tað verður sunnudagin 9. september. Eins og í undanfarnu kappingunum verður aftur møguleiki at kappast í 1/12 triathlon. 

Fyri at síggja úrslitini trýst á “Úrslit” niðanfyri.

Úrslit

Gudmundur føroyameistari í 1/4 triathlon 2011

Sunnudagin var skipað fyri FM í 1/4 triathlon. Samstundis var eisini skipa fyri stytri teinum.Úrslitið frá kappingini sæst niðanfyri.

Orsaka av tekniskum trupulleikum ber ikki til at leggja millumtiðirnar út á heimasíðuna. Men tær kunnu fáast við at venda sær til Eli J. Christiansen, elichrist@gmail.com.

1/4

triathlon - vaksin     

1500m svimjing, 40 km súkkling, 10 km renning

Navn                                        Samlað tíð

Guðmundur Joensen                  02.21.41

Andrass Joensen                      02.28.39

Gunnar Dahl-Olsen                    02.41.54

Evald Rasmussen                     02.58.08

           

Sprint Triathlon - vaksin

750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning

Navn                            Samlað tíð

Beinir Rasmussen          01.38.29

Ian                                02.35.59        

Sprint Triathlon, unglingar         

750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning     

Navn                            Samlað tíð

Jóanis A. Nielsen          01.30.21

Tóri Nielsen                   02.00.20

           

1/12 Triathlon, børn       

350 m svimjing, 12 km súkkling, 3 km renning                           

Navn                            Samlað tíð

 Pauli Joensen               01.03.59

Elsa Joensen                01.05.29

  

FM2011: 1/4 triathlon

Tíðindaskriv.

FM ¼ triathlon-OL teinurin

Sunnudagin 11. septembur kl 13.00 skipar Føroya Triathlon Felag fyri FM í triathlon:

Svomið verður 1500 m í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður síðani 6 ferðir millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin, skiftið til renning er við Skógrøk Landsins. Runnið verður í eitt 8 tal 5 ferðir á gøtunum hjá Skógrøk Landsins. Málið er á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini.

Eins og undanfarin ár, verður eisini skipað fyri nýbyrjaratriathlon. Hesaferð sleppa nýbyrjarar at royna seg í 1/8 triathlon, sokallaða sprintteininum:

Svomið verður 750 m. Súkklað verður 2 ferðir millum rundkoyringarnar - Svimjihøllin, Skansin, Hvítanesvegur. Runnið verður í eitt 8 tal 2½ ferðir á gøtunum hjá Skógrøktini. Málið er sum á FMteininum á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini.

 

Tilmelding: Evald Rasmussen 583273, Kári Simonsen 216187

Triathlonsøgan

Triathlon er ein fleirgreinaítrótt, sum er samansett av svimjing, súkkling og renning í nevndu raðfylgju.

Fyrstu ferð skipað var fyri einari triathlonkapping var 4. sept í 1921 í Marseille í Fraklandi, har teir kallaðu kappingina Course des Trois Sports, og sum kann umsetast til kappingin við teimum trimum ítróttunum. Teinarnir vóru tá 7 km súkkling, 5 km renning og 200m svimjing.

Ein onnur søga sigur, at triathlon, sum vit kenna tað í dag, kemur úr San Diego í USA, har menn í sept. 1974 skipaðu fyri einari kapping, hat runnið bleiv 10 km, súkklað 8 og svomið 450 m.

Uppaftur ein triðja søga sigur, at nakrir hermenn á Hawaii kjakaðust um hvør grein svimjing, renning ella súkkling var tann harðasta. Teir samdust ikki, men avgjørdu gera eina kapping við øllum greinunum, soleiðis sum vit kennt Ironman í dag: 3,8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning.

Triathlon bleiv olympisk ítróttagrein á OL í Sidney 2000. OL-teinurin er 1500m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Hesir teinar blivu valdir, tí teir longu vóru góðtiknir sum kappingarteinar í viðkomandi ítróttagrein.

Teinar

Teir mest brúktu triathlonteinarnir:

Teinur

Svimjing (m)

Súkkling (km)

Renning (km)

Sprint

750

20

5

OL-teinurin

1500

40

10

Hálvur Ironman

1900

90

21,1

Langteina

4000

120

30

Ironman

3800

180

42,195

 

Barnasúkkling: Kapp du Norð

Hóskvøldið 4. august er ætlanin at ein súkklukapping fyri børn verður úti á Norðasta Horni.

Møtti verður við barnagarðin á Norðasta Horni. Tíðarætlanin fyri kappingina sær soleiðis út:

17.00 Verður møtt og innritað
17.15 Rutan verður royndarkoyrd einaferð
17.25 Síðsta freist at lata inn íspinn/lodd til lutakast
17.30 Bólkur 1 og 2
18.00 Bólkur 3
18.30 Medaljuhandan
18.45 Lutakast
19.00 Liðugt

Vegna TSF

Høgni R. Øster

Eli J. Christiansen